Neistin og VÍF leiktu í gjár finaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum. VÍF vann 26-25, og eru tí steypavinnarar hjá monnum. JN.fo hitti Sámal Joensen hjá VÍF eftir dystin.
Vit spurdu Sámal, hvat tað var, sum teir gjørdu rætt til dystin.
- Eg haldi ikki at dysturin varð væl spældur av okkum, men tað sum er viktugt, er at vit halda tað, sum vit høvdu avtalað, og ikki fara at gera ymisk annað. Tí klára vit at vinna.
Vit spurdu hann eisini, hví teir fóru afturum í byrjani av dystinum.
- Eg haldi,at vit høvdu nervar, vit skjóta illa - og verjan er heldur ikki nóg góð, har vit ikki flyta okkum nóg væl.
Vit spurdu hann eisini, hvussu tað er at spæla undir karminum, sum steypafinalan hevði at bjóða.
- Tað er fantastiskt - tað er tað vit venja fyri, at sleppa at spæla steypafinaluna.
Til seinast spurdu vit Sámal, hvussu tað er at vinna steypakappingina aftur, sum VÍF ikki hevur vunnið í 16 ár(í 1999)
- Tað er bæði løgi og samstundis er tað fantastiskt, segði Sámal at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald