2017-11-30 07:41

Í kvøld hevur Sørvágs Bygdaráð samtykt fíggjarætlanina fyri 2018. Skattaprosenti verður óbroytt, men barnafrádrátturin hækkar við 500 kr, pr. barn, og verður nú 6000 kr.
Ansingargjaldi verður eisini broytt. Gjøldini vera øll minni. Umframt at avsláttraskipanin eisini verður broytt munandi. Sum nakað nýtt, so telur frítíðarskúlin eisini við tá avsláttur skal latast.
Frá 1. Jan 2018 fer at tað kosta 1900 kr fyri vøggustovu, 1600 kr fyri barnagarð og 950 kr fyri frítíðarskúlan.
Avsláttur verður latin fyri barn nr. 2, ið bert skal
gjalda 50% av gjaldinum, og eigur ein familja fleiri enn 2 børn, sum hava brúk fyri ansing, so gjalda hesi onki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald