2015-09-30 15:14
Vit skrivaðu í gjár, at Bob Barker var farin úr føroyskum sjóøki. Nú vísur tað seg, at Sam Simon eisini er farin úr føroyskum sjóøki. Tað vil siga, at nú er einki skip hjá felagsskapinum, Sea Shepherd, í Føroyum.
Tey bæði skipini eru nú suður úr Ham í Hetlandi.
Herferðin hjá Sea Shepherd nærkast nú endanum fyri í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald