Í dag kl. 17.30 verður Saltfiskafagnaður á Fiskastykkinum ??ti á Gjógv.
Í samband við at fiskastykkið ??ti á Gjógv er um at verða liðugt umvælt, verður saltfiskafagnaður har í dag kl. 17.30.
Helgi Jacobsen fer at tosa um heimsins besta klippfisk, tann føroyska.
Heini F. Petersen fer at greiða frá fiskaarbeiði, sum var ??ti á Bakka.
Sungnir vera onkrir viðkomandi sangir.
Fiskavirkið í Gøtu fer at bjóða ein saltfiskarætt, sum Hotel Føroyar hevur tilgjørt.
Westward Ho fer at liggja út fyri fiskastykkinum, júst sum sluppirnar lógu fyrr.
Westward Ho leggur at bryggjuna eftir at tiltakið á fiskastykkinum er liðugt. Tá fara m.a. Osmund Joensen og Reðin Leonsson at greiða frá slupplívinum og vísa fiskireiðskapin, sum teir brúktu tá. Eisini verður lippukassin vístur fram. Jens Marius Poulsen fer at vísa børnum og vaksnum hvussu man setur segl á einari slupp. Jens Eli fer at tríva í sangin har sungið verður: ???Tá ið so dangurnar riggaðu til, garpar á suðurland silgdu ??????
Í fiskakjallaranum verður framsýning av gomlum fiskivinnumyndum og fólkalívsmyndum frá Vestanstrevnu í Miðvági í fjør.
Um veðrið ikki verður til vildar verður tiltakið inni í fiskakjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald