Mentan

Sakaris á Tórsfest 2015

...

2015-07-16 16:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Elektroniski gandakallurin Sakaris borgar altíð fyri eini veitslu, har tú ikki sleppur undan at dansa, ikki tí at øll hini gera, men tí føturnar ikki klára at lata vera.

Fyrsta fløgan var ein framúr góð poppútgáva, ið vakti ans bæði heima og úti, og síðan tá eru støðugt komin út stakløg, ið eru farin beint inn. So sum Score Music, I Put on This Dress Only for You, Downer og Miley Ballad.

Á konsertum hevur Sakaris Emil Joensen altíð duga framúr væl at levera vøruna, um tað so var sum bassleikari í Lama Sea, Boys in a Band ella Marius Ziska, ella í leiklutinum sum oddamaður í Sakaris.

Tórsfest 2015 verður 25. juli í Gongugøtuni í Havn og hetta er annað árið á rað, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest. Onnur tónleikanøvn sum fara á pallin verða Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta, Swangah, Hjarnar, Frændur, SIC, Goresquad, Signar & John og fleiri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder