2016-08-26 15:28
Danska skipið Ruth, sum føroyingar eiga, er ávegis til Týsklands at landa sild. Ruth hevur henda túrin roynt í Norðsjónum - eystur úr Aberdeen.
Tá ið vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðani var sagt, at Ruth hevur gjørt eina fasta avtalu við eitt virkið í Týsklandi um at landa har.
Ruth hevur henda túrin 1.390 tons av góðari sild, sagt verður at hetta er 7. sildatúrurin hjá skipinum, og hevur skipið eitt sindur eftir av kvotuni í Norðsjónum.
Við Ruth eru 8 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald