2016-01-09 16:24
Uppisjóarskipið Ruth kemur á Kollafjørð í kvøld við útvið 1.500 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Ruth hevur roynt í ES-sjógvi tætt sunnanfyri føroyska markið, har royna eisini 4 føroysk skið - Fram/Sjagaklettur og Vesturbúgvin/Eysturbúgvin.
Hesin túrurin verður seinasti túrur sum Ruth ger undir donskum flaggi, avtala er gjørd millum P/f Næraberg og A/S Ruth í Hirtshals, um at P/f Næraberg keypir Ruth.
Les eisini HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald