Ítróttur

Ruth: Í ár skuldi tað verða

...

2015-01-18 01:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF og Dráttur hava í kvøld spælt semifinalu í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum. JN.fo hitti eftir dystin Ruth Thomassen.

Myndir og meira um dystin, kann síggjast her.

Vit spurdu Ruth hvat tað var, sum gjørdi at tær vunnu í dag.

- Eg haldi at vit vildu tað meira, vit vóru orduliga uppsettar. Vit hava nú prøva tað í tvey ár, at vera í hesari støðuni og tapt báðu ferðir, og í ár skuldi tað virkuliga eydnast.

Vit spurdu hana eisini, hvat tað var ið gjørdi at tær taptu 3. sett.

- 3. sett er altíð er altíð ringt at spæla, vit vunnu tvey tey fyrstu, og so hevur man akkurát, sum hug til at slappa av sjálvt um man ikki skal tað. 

Hvat hevði venjarin sagt til tykkum, um hvussu til spældu.

- Vit skuldu hugsa um okkara spæl, og spæla okkara spæl, segði Ruth eftir dystin, og legði afturat, at nú eru tær klárar at vinna dystin.

Les eisini: Kristina: Alt hjá okkum koyrdi, sum tað skuldi.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder