2019-03-13 09:02

Ruth hevur landað 3.200 tons av svartkjafti í Skagen, góðskan á svartkjaftinum var í topp.
Í gjárkvøldið loystu teir aftur úr Skagen og hava sett kós vestureftir, teir fara at royna vestur úr Írlandi, men veðurforsøgnin er ikki tann besta fyri leiðina vestur úr Írlandi, nógv skip eru farin inn at kroka, tí sagt verður frá vánaligum veðri nakrar dagar fram.
Leiðin úr Skagen til svartkjaftafeltið vestur úr Írlandi liggur um 1.000 fj. hvønn vegin.
Fleiri føroyingar eru við Ruth, skipari er Hans Jacob Petersen út Klaksvík.
Tíðin fer nú at nærkast, til at svartkjafturin fer at flyta seg norðuryvir.
Føroysku skipini - Jupiter og Katrin Jóhanna - kroka í Írlandi, Christian í Grótinum loysti av Fuglafirði í gjár og er áveg suðureftir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald