Vinna

RUTH hevur aftur gjørt ein roktúr

...

2016-12-11 17:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað hevur gingið væl hjá nýggja uppisjóarskipinum RUTH í heyst og í vetur.

Teir hava henda seinasta túrin roynt í Norðsjónum og hava sett kós móti landi við 2.500 tonsum av sild - sum verður landað bæði í Hirtshals og í Týsklandi, teir landa í Hirtshals í morgin og í Týsklandi týsdagin.

Prísurin á sild hevur ligið á uml. kr. 5,25 og 5,30 fyri kilo, so veiðan verður helst seld fyri 13 - 14 milliónir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder