Vinna

Ruth gjørdi skjótt av - eru longu á veg til Kollafjarðar

...

2017-01-14 18:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stóra danska skipið ið føroyingar eiga hevur gjørt skjótt av henda túrin. Teir loystu úr Kollafirði kl 02:00 í gjár, og sigla nú longu aftur til Kollafjarðar við makreli.

Ruth var á feltinum vestan fyri Hetland í góðar 8 tímar har teir gjørdu 3 mál. Frá Ruth verður sagt, at makrelurin er ikki líka stórur sum seinasta túr, men teir hava fingið 1450 tons, sum verður landað til Faroe Pelagic. Ruth verður á Kollafirði tíðliga í morgin.

Við Ruth eru 9 mans.

Les eisini: Høgaberg hevur fingið teir fyrstu makrelarnar umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder