2017-02-03 19:14
Danska uppisjóvarskipið Ruth fiskaði fyri nógvar pengar í januar, tað er júst ein mánaði í dag síðani Ruth loysti úr Hirtshals, og fór á sín fyrsta túr í ár.
Ruth gjørdi fýra túrar í januar, av teimum fýra landaðu teir tríggjar ferðir í Føroyum til Faroe Pelagic, har teir landaðu makrel. Seinasta túr landaðu teir sild í Týsklandi.
Tað eru føroyingar ið eiga Ruth, sum hevði ein góðan januar mánað, og hevur kokkurin tí baka kaku til teir í dag. Ruth fiskaði fyri 50 mió. í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald