2017-01-19 18:36
Stóra danska skipið, sum føroyingar eiga, hevur aftur gjørt skjótt av á makrelfeltinum. Teir koyrdu út klokkan 10 í morgin, og 8 tímar seinni, høvdu teir gjørt 3 tov.
Ruth hevur fingið 1350 tons av makreli henda túrin, og hava teir nú eisini fiskað teirra makrel kvotu. Miðalvektin er 385 gramm. Teir hava roynt í ES-sjógvi vestan fyri Hetland.
Teir verða á Kollafirði tíðliga í morgin, og sleppa at landa tá ið liðugt er at landa Norðing.
Les eisini: Hansa Maria og Tróndur í Gøtu hava fiskað fyri kr. 12 mill. hendan túrin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald