2019-07-26 08:02

Fleiri russisk skip hava tað seinastu tíðina fiskað norðanfyri Føroyar, vit hava fregnast hvat teir fiska, sagt verður at tað er makrelur og sild tey fiska, fiskiskapurin hevur ligið úr 50 uppí 200 tons um dagin,
7 russisk skip eru í morgun stødd norðanfyri, tey liggja á umleið 63N og 8V, eitt skip siglir inn og eitt liggur í Ánumum og landar, eisini liggur eitt russiskt skip í Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald