Arctic Viking, sum er á rækjuveiðu í Barentshavinum síðan uml. 20. oktober, hevur góð 300 tons inni, teir fiskað í russiskum sjógvi, men russar leggja fótonglar fyri Arctic Viking, við at sáa iva um, um teir hava loyvi at fiska har ella ikki, hóast føroysk rækjuskip hava fiskað har í nógv ár, heilt aftur til 80-ini
Eg giti at tað stóra problemi er at vit nærskast Franz Josef Land har teir óiva hava nógv loyniligt hernaðarligt virksemi, sigur skiparin á Arctic Viking - Bjarni Petersen.
Víðari sigur Bjarni Petersen, økið vit royna á er sami kantur sum vit vanliga fiska á við Svalbard, hann forsetur allanvegin runt knøttin, og bátar hava fiskað her í fleiri ár, eystur á eini 40 gradir Eyst. Russarsiga nú, at Barentshavið endar norði á 80???20N, har hevur onkur klókur sett eina striku í 1953, hetta hóast ongin grynna ella dýpi er har.
Vit hava í áravís roynt at fingið eina lagaligari skipan viðvíkandi at sigla tjekkpunkt tá vit skulu heilt norð her, tí tað eru 800 sm hertil + avstandin frá Norra og til tjekkpunkti, sum eru 350 sm aftrat. Trupuleikin er nevnliga tann, at blívur høgætt so frystur alt ísenn tí yvurfladan er minus 1 grad, so man veit aldri nær man kann verða her, tað er bókstavuliga sum vindurin blæsir. So má man sigla allan teinin ummaftur suður og so norð aftur til Svalbardsíðuna = ca 1600 sm (ístaðin fyri 20 sm) Hetta er jú púra hol í høvdið kann ein og hvør skilja, men ikki Russar
So hetta økið, sum hjá rækjuskipunum hevur verið høvusevni undir øllum teimum seinastu samráðingunum, knappliga ikki hava loyvi at verða
Ein russiskur bátur lá her tá vit komu, hann sigldi aftur og fram í Svalbardzonuna uttanum tjekkpunkti, og Russar sum hava tvíhildi um at sama regla er galdandi fyri teirra skip sum útlensk ???? So her er ábenbart lygn eisini uppií. Samstundis gerða teir akkurát sum teir vilja undir Føroyum, onki tjekkpunkt og ongan observatør umborð meðan vit skulu hava baði.
Nei onki serligt fyri stressnivai osv - at kanska skulla enda i Murmansk
Annars hava vit tað gott, her er bølamyrkt alt døgni, onki Internet ella útvarp, so tað er sum at blíva bumbaður aftur i slupptíðina, vit hava tó hoyrt heimanifrá um hvussi vinnulívið á sjógvi og firðum nú skal sugast fyri kapital, fyri at fíggja tann altvaksandi almenna yvirbygnaðin, eitt hol sum ikki kann tippast
Hvat við at skatta tey alment løntu eisini fyri slit av almennum ognum har tey arbeiða, slit av lenistólum og bonaðu gólvunum o.ø. Fríari telefon !!! er nakar sum hyggur eftir hvussi nógv tey brúka tað til privat ?
Men rímiligt vit kunnu grenja, vit hava sjálvi valt tey - ístaðin fyri onkran útróðramann ella sjómann, nú er vist bert Oldurin eftir av tí slagnum og hann er nokk noyddur at túta við, sigur Bjarni Petersen úr Barentshavinum í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald