Politikkur

Rúsevnistrupulleikin í ljósmála

...

2016-10-16 14:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rúsevnir eru ein stórur trupulleiki fyri nógv av okkara bygdafólki. Børn, ung og vaksin verða fangað í felluni hjá teimum, ið síggja stóran vinning í soraðum menniskalagnum. Hesum skulu vit

í hernað móti - beinanveg. Vit kunnu ikki framhaldandi standa á síðulinjuni tá grannar ella bygdafelagar okkara gerast trælir av rúsevnum - Vit noyðast at taka avleiðingina av hesum, tað

kann ikki bíða.

Og kommunan skal taka fyrsta stigið.

Eg vil arbeiða fyri at eitt drúgt átak verður sett á beinini fyri at varpa ljós á trupulleikan, fyribyrgja at nýggj enda í hesi óhugnaligu fellu, og at tey, ið longu eru fangað, kunnu fáa

møguleikan at sleppa út.

Kommunan skal samla allar partar, sjálvboðin, (ítróttarfeløg, samkomur og rúsevnafelagsskapir), skúlar og barnagarðar, ungdómshús, SSP og løgregluna, og onnur. Peningur skal setast av, ikki

minst til tey sjálvboðnu, og átakið skal varða í eitt áramál, t.d. eitt heilt valskeið.

- Upplýsing, við faldarum, plakatum, netmiðlum og í skúlanum og barnagørðum.
- Tilboð skulu bjóðast teimum ungu, ið fella uttanfyri vanligu frítíðartilboðini. Til dømis verkstað at umvæla prutl og bilar, eitt stað at spæla teldu, dramaverkstað ella onnur góð

hugskot. Her koma serliga tey sjálvboðnu inn í myndina, tey, sum fáa so ómetaliga nógv meira fyri hvørja krónu enn almennar skipanir.
- Løgregla og myndugleikar skulu taka sína ábyrgd.
- Kunnast skal um møguleikar hins einstaka at taka ábyrgd. Hugburður okkara skal eisini broytast, vit noyðast at siga frá, tá vit fáa vitan um hetta umhvørvið.
- Teimum, sum eru komin í rúsevnistrupulleikar, skal tilboð bjóðast, bæði persónliga við avvenjing, men, ikki minst, við at hjálpa við reingerð, umvæling o.ø. Eisini her, eigur kommunan at

hjálpa sjálvboðnum fólki, tí tey, ið brenna fyri sínum meðmenniskjum, fáa so ómetaliga nógv meira burtur úr pengunum enn almennar skipanir.

Afturat eini tílíkari tíðaravmarkaðari atsókn skal langtíðar fyribyrgjandi æltan leggjast og fylgjast.

Hetta stríði hava vit ikki ráð at tapa!

Jarnhold Nattestad
Valevni til kommunuvalið í Vága Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder