Politikkur

Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya lagdur fram

...

2015-07-17 17:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??ll skulu hava møguleikan at vaksa upp og liva í Føroyum uttan at vera í vanda fyri at fáa skaða av egnari rúsdrekka- og rúsevnisnýtslu ella nýtsluni hjá øðrum. Á hesa súlu legði landsstýrismaðurin í heilsumálum vegna landsstýrið í dag fram nýggja Rúsdrekka- og rúsevnispolitikk Føroya.

Næsta stig er at leggja rúsdrekka- og rúsevnispolitikkin til aðalorðaskiftis í Løgtinginum.

Í nýggjastu støðulýsingini hjá WHO ??? "Global status report on alcohol and health 2014" ??? sigur heimsheilsustovnurin, at globalt sæð verður mett, at íalt 3,3 mió. fólk doyðu í 2014 orsakað av ovurnýtslu av rúsdrekka. Hetta svarar til, at 5,9 prosent av øllum deyðsføllum í heiminum standast av ovurnýtslu av rúsdrekka.

Lýsingin frá heimsheilsustovninum vísir á, at rúsdrekkanýtsla, sum einkult orsøk ella sum ein lutvís orsøk, elvir til fleiri enn 200 sjúkur, skaðar og aðrar heilsustøður. Felags fyri tær allarflestu sjúkurnar og skaðarnar er, at nøgdin av rúsdrekkanýtsluni hevur týdning. Drekkur tú nógv, eru sannlíkindini fyri, at tú verður sjúkur, størri. Til dømis økjast sannlíkindini fyri at fáa eina rúsdrekkatengda krabbameinssjúku, um tú hevur eina ovurnýtslu av rúsdrekka.

Brúka tey amboð, ið rigga

Landsstýrismaðurin vísir í politikkinum á, at eiga vit at halda fast við tey amboðini, sum vísindalig haldgóð prógv eru fyri, rigga. Hesi eru fyrst og fremst einkarsøluskipan við avmarkaðum tali av sølustøðum og upplatingartíðum, ein virkin príspolitikkur við avgjøldum, hava lágt promillumark og góð viðgerðartilboð.

Tann almenna einkarsøluskipan hevur víst seg at vera eitt munagott amboð at stýra atkomuni til rúsdrekka í Føroyum og harvið hildið miðalnýtsluni og ta skaðiligu nýtsluna á einum lutfalsliga lágum støði samanborið við onnur lond.

Tað verða skjótt 25 ár, síðani rúsdrekkalógin kom í gildi, og stórvegis broytingar eru ikki framdar í lógini síðani tá. Hóast endamálið við lógini, at "avmarkað rúsdrekkamisnýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær" framvegis er tíðarhóskandi, eigur hon at endurskoðast. Eitt nú skal Rúsdrekkasøla Landsins fáa størri frælsi at tillaga sína tænastu í mun til eftirspurningin hjá fólk og vinnu í dag.

Rúsevnisfríar Føroyar

Tá ið tað kemur til rúsevni ??? narkotisk evni ??? eru tey flestu samd um, at tað er rímiligt at hava eitt greitt forboð, og at vit sum samfelag eiga at arbeiða fyri at fáa einar rúsevnisfríar Føroyar. Gott samstarv er millum løgreglu og tollvald um at forða, at rúsevnir koma til landið, men tey, ið innflyta, finna støðugt nýggjar hættir at fáa euforiserandi evni á føroyska marknaðin. Tí er neyðugt áhaldandi at vera á varðhaldi, samstundis sum ávarað verður um skaðiligu árinini av rúsevnum.

Fjøltátta útboðið av viðgerðartilboðum

Eisini skulu vit vera betur at viðgera rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu fyrr. Í dag hava vit skipað tilboð við almennari fígging á Blákrossheiminum og Heilbrigdi, sum virka væl. Hesi tilboð eru serliga ætlað teimum, sum eru um at fara ella eru farin út av eggini í sínari misnýtslu. Tøl úr Danmark benda á, at bert tíggjundi hvør við skaða av nýtslu av rúsdrekka fær viðgerð. Helst er hetta talið á leið tað sama í Føroyum.

Eins og við aðrari viðgerð innan heilsuverkið skulu vit fjøltáttað og góðska viðgerðartilboðini fyri betur at finna trupulleikarnar tíðliga, so viðgerðin kann byrja, áðrenn stóra nýtslan gerst misnýtsla. Soleiðis fyribyrgja vit bæði heilsuskaðar fyri einstaklingin, men ikki minst menniskjaligum og sosialum avleiðingum fyri børn og maka. Somuleiðis er neyðugt við einum tilboðið til ungar misnýtarar, og best er, um hetta tilboðið varð samskipað við onnur viðgerðartilboð í almanna- og heilsugeiranum.

Neyðugt at betra um hagtalsgrundarlagið

Fyri betur at eydnast við einum miðvísan og strategiskum rúsdrekka- og rúsevnispolitikki er neyðugt, at haldgott hagfrøðiligt grundarlag er fyri teimum átøkum, sum vera sett í verk. Tað er ein trupulleiki, at vit í roynd og veru ikki vita, hvussu stór veruliga miðalnýtslan er í Føroyum, tá tollfría sølan og onnur óskrásett nýtsla er tald við.

Ei heldur vita vit nóg nógv um drykkjumynstur í Føroyum. Hvør drekkur? Hvussu nógv? Hvussu nógv hava roynt rúsandi evni? Hvør drekkur ikki. Drekka tey ungu og hvussu nógv? Eisini er skrásetingin um, hvør fær viðgerð og hvussu ofta, ikki nøktandi. Ein komandi Fólkaheilsustovnur skal fáa heimild at fáa til vega hesi hagtøl, so politiski myndugleikin hevur betur grundarlag fyri at taka avgerðir á økinum.

Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya kann lesasther

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder