Ítróttur

Rúni V. Højgaard: Vit standa heilt forbiði væl í verjuni

...

2016-02-08 04:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir seinni semifinaluna í Hoyvík ímillum H71 og KÍF, hittu vit Rúna V. Højgaard, vit settu Rúna nakrar spurningar.

Hvussu var dysturin at spæla í dag?

Tað var stuttligt - nógv fólk - full høll og seiligur intensitetur frá báðum liðum.

Hvussu føldist tað, at føra so nógv í fyrra hálvleiki?

Eitt sindur løgið - man hugsaði um eina finalu, sum vit leiktu í Kollafirði fyri nøkrum áðrum síðan - Vit førdu 7-0 - men tað kiksaði. Vit standa heilt forbiði væl í verjuni, og tað følist, sum at teir ikki hava nakran kjans at koma ígjøgnum teir fyrstu 20 minuttirnar.

Hvussu var so seinni hálvleikur, tá ið KÍF kemur meira við?

Eg veit ikki - man byrjar at blíva eitt sindur nørvøsur, men vit klára at halda høvdið rímuliga kalt og koyra tað - sum vit skulu koyra, - málmennirnir tóku tað ið teir skuldu og menn fáa mál uppá kjansirnar - tað var deiligt.

Verða tit steypavinnarar í ár?

UH- ja, tað haldi eg, nú er uppá tíðina, at vit vinna steypafinaluna, segði ein vælnøgdur Rúni V. Højgaard við JN.fo beint eftir dystin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder