Framsókn skal boða frá, at 32 ára gamli Rúni Sundberg Patursson verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.
Rúni hevur einaferð áður stillað upp fyri Framsókn, tað
var til kommunuvalið í Tórshavn í 2012.
-Eg havi lætt við, at sameina meg við tann liberala
og tíðarhóskandi politikk, ið Framsókn umboðar. Flokkurin hevur eina bjarta
framtíð fyri sær, og hann vil bara vaksa seg størri og sterkari.
-Eg ynski, at fáa fullveldi aftur á dagsskrá. Hetta tí eg meti tjóðskaparligt
frælsi vera grundleggjandi fyri, at fáa
føroyska samfelagið aftur á beint. Arbeiðast skal ímóti einum sjálvbjargnari Føroyum.
-Vit mugu arbeiða fyri einum meira rættvísum samfelag, har tað er pláss fyri
høllum. Vit skulu tillaga okkara ríka samfelag so ríkidømi kemur øllum til góðar,
ikki bara teimum fáu.
-Føroyar standa fyri stórum og avbjóðandi uppgávum. Um
rætt var, so høvdu vit havt tikið støðu til fleiri teirra í núverandi valskeiði.
Tá tað ikki hevur borið til, so ger tað tørvin á nýhugsandi fólki nógv meira átrokandi, sigur
Rúni at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald