2013-07-16 03:28
Tríggir riðlar vóru, og Rúni slapp í fyrsta umfari undan teimum stóru kanónunum, so vónirnar um eitt finalupláss vóru góðar. Avtalað var, at hann skuldi taka tað heilt róligt og fylgja við líka til spurtin. Hetta gekk júst sum ætlað. Á 600 metrum fekk hann fatur í einari góðari positión á øðrum plássi, og frá 150 ??? 80 metrar legði hann seg trygt á odda. Oddasessin helt hann heilt fram á mál og tryggjaði sær sæti í finaluni, sum verður runnin týskvøldið. Tíðin hjá Rúna í hesi taktisku renningini var 2.02,48 min.
Í kvøld verða so tær báðar finalurnar á 10.000 metrum hjá monnum og kvinnum, har vit hava Marnar Djurhuus og Valborg Heinesen við.
Kelda:http://www.athletics.fo/?p=7237
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald