2015-09-17 23:09
Løgmaður hevur í dag sett Rúna Joensen í starv sum aðalstjóra í nýggja Innlendismálaráðnum.
Hann hevur seinastu árini arbeitt sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum.
Rúni Joensen var aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, tá ið ráðið varð niðurlagt í 2013.
Rúni Joensen er 56 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur arbeitt sum aðalstjóri í landsfyrisitingini frá 2002 til 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald