Ítróttur

Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

...

2013-08-20 17:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú er greitt, at tað verður Rúni Gaardbo, ið skal leiða finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Finaluna hjá kvinnunum dømir Elsa Andreasen.

Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið.

Rúni Gaardbo hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 2000, og hesi trettan árini hevur toftamaðurin virkað sum dómari í 275 dystum og hjálpardómari í 137 dystum.

Hetta er tó fyrstu fer, at Rúni Gaardbo skal døma steypafinaluna hjá monnum.

Hjálpardómarar verða Johnleif Gerðisá og Dan Højgaard, meðan Alex Troleis verður 4. dómari.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 24. august, kl. 19:45. Ársins steypafinala verður ein endurtøka av finaluni í fjør, millum EB/Streym og Víking.

Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Elsa Andreasen. Hjálpardómarar verða Leila S. Midjord og Heidi L. Elgeirsdóttir, og 4. dómari verður Oda Andreasen.

Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum KÍ og ÍF, verður bríkslað í gongd kl. 16:30.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder