Mentan

Runavík til reiðar til Fólkafundin

...

2014-08-21 19:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um ein lítlan mánaða verður Fólkafundurin 2014 hildin við Løkin. Undirtøkan fyri árliga, demokratiska festivalinum er sera góð.


Føroyingar taka væl ímóti Fólkafundinum, ið eftir øllum at døma er komin fyri at vera. Tað er greitt, nú minni enn ein mánað áðrenn triði Fólkafundurin verður hildin dagarnar 19. og 20. september. Tað hevur ligið í kortunum, at Fólkafundurin fyrstu árini skal ferðast kring landið, og hesaferð er Runavík vertur fyri árliga Fólkafundin, sum verður hildin við Løkin.

??? Fólkafundurin er eitt gott og áhugavert tiltak, sum er við til at økja og styrkja um fólkaræði í Føroyum. Tí hevur Runavíkar Kommuna bjóðað seg fram at vera vertur í ár, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri.

Fyrsti Fólkafundurin varð hildin í Hoyvík, í fjør var fundurin í Klaksvík, og í ár er sum nevnt Runavík vertur. ??kið við Løkin er spennandi, ikki minst nú nýggja fimleikarhøllin í hesum døgum verður tikin í nýtslu.

??? Umstøðurnar at halda Fólkafundin við Løkin eru framúr góðar. Hetta er eitt gott stað, her býr nógv fólk, lætt er at koma til og ikki minst eru karmarnir um sjálvt tiltakið sera góðir. Júst í hesum døgum taka vit nýggju fimleikarhøllina í nýtslu. Hon er bygd saman við ítróttarhøllini, so hølisumstøðurnar eru framúr góðar. Her er nógv og gott pláss í vøkrum umhvørvi, sigur Magnus Rasmussen.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu vil í sama viðfangi bjóða øllum, bæði luttakarum og gestum, hjartaliga vælkomnum á Fólkafundin.

Endamálið við Fólkafundinum er framvegis tað sama: At stytta um fjarstøðuna millum mynduleikar, feløg, flokkar og fólkið. Hugskotið er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar ??? og harvið minka um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum.

Tilmeldingin hevur verið opin í eina tíð, og higartil hava hesi meldað til: Demokratia, Starvsmannafelagið, Krabbameinsfelagið, Dugni, Runavíkar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Føroya Arbeiðarafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, MBF, Sambandsflokkurin, Javnstøðunevndin, Giktafelag Føroya, Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin. Somuleiðis hava fleiri av miðnámsskúlunum í landinum boðað frá luttøku, eins og flestu fjølmiðlar vera til staðar.

Eins og undanfarin ár skipa luttakararnir sjálvi fyri tiltøkum av alskins slag. Harumframt skipar Fólkafundurin sjálvur fyri tiltøkum, bæði fríggjakvøldið 19. september og leygarkvøldið 20. september.

Tilmeldingin er framvegis opin og fer fram á heimasíðuniwww.tilmelding.fo

??lavur í Geil, Samuel Bjørnshauge og Jón Brian Hvidtfeldt skipa fyri Fólkafundinum 2014

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder