Í komandi viku sleppur føroyska U16-landsliðið við gentum aftur at royna seg, tá tær skulu taka lut í UEFA menningarkapping í Lettlandi. Ein av spælarunum er Rúna Olsen úr B68, og hon gleðir seg til kappingina.
Leygardagin setir føroyska U16-landsliðið við gentum kós ímóti Riga í Lettlandi, har tær næstu vikuna skulu taka lut í UEFA menningarkapping. Ein av spælarunum, ið er úttikin til føroyska liðið, er Rúna Olsen úr B68.
- At spæla á landsliðnum er eitt tað størsta man kann ynskja sær sum fótbóltsspælari. Tað er ???cool??? at sleppa at spæla fyri Føroyar, og eg gleði meg hvørja ferð, sigur Rúna Olsen, og leggur afturat, at tað eru júst sovorðnar kappingar, ið menna hvønn einstaka spælara, bæði tekniskt og fysiskt.
UEFA menningarkappingarnar eru fyri tey londini, ið ikki spæla seg víðari úr EM-undankappingum, sum verða spældar um heysti. Menningarkappingarnar hava eisini nakrar reglur, sum millum annað siga, at allir spælararnir í hópinum skulu fáa í minst lagi 80 minuttir á vøllinum í teimum trimum dystunum, sum eru á skránni. Allir spælararnir skulu byrja á vøllinum í minst einum dysti. Eingin skal spæla allar 160 minuttirnar í fyrstu tveimum dystunum, og har afturat skulu allir dystirnir avgerast við brotssparkskapping, um tað endar við javnleiki.
Umframt Føroyar og Lettland, vera Norðurírland og Estland eisini við í hesari kappingini. Og tað verður kortini ikki bara mótstøðan, ið verður øðrvísi enn vanligt, tí heimligu kappingini spæla Gentur U17 á ¾-vølli, meðan landsdystir verða spældir á heilum vølli. Og hetta verður avgjørt ein stór avbjóðing fyri okkara gentur.
- Tað er rættuliga stórur munur á at spæla frá 16-metri til 16-metur, sum vit gera í Føroyum, og so at skula umstilla seg til at spæla á heilum vølli. Tað krevur meira av okkum, bæði fysiskt og taktiskt. Men í hesum kappingum fáa vit eisini møguleikan at síggja, hvussu vit eru fyri samanborið við okkara javnaldrar í øðrum londum, sigur Rúna Olsen at enda.
Skráin
9. mai: Lettland - Føroyar
11. mai: Føroyar - Norðurírland
13. mai: Føroyar - Estland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald