JN

Ruddingardagur í Vága kommunu

...

2015-06-11 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Árligi ruddingardagurin í kommununi, verður leygadagin, tann 13. juni 2015


Byrja verður við morgunmati í øllum trimum bygdunum kl. 09.30.
  • Tey í Vatnsoyrum møta við fríøkið
  • Tey í Miðvági møta við gamla skúla
  • Tey í Sandavági møta við Sóljugarð
Aftaná morgunmatin verður farið at rudda, í høvusheitum úr áum og veitum.

Kl. 13.00 møtast vit aftur við skúlan á Giljanesi til suppu.

Borgarstjórin handar heiðursbræv til borgarar, sum hava gjørt stórt ósjálvsøkið arbeiði í kommununi.

Vága kommuna




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder