JN

Ruddingardagur í Tórshavnar kommunu 8. mai

....

2015-05-08 03:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ruddingardagur fyri skúlar, virki og stovnar


Ruddingardagur verður fyri skúlar, barnagarðar, virkir og stovnar v.m. 8. mai í Tórshavnar kommunu. Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu Sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5 frá mánadegnum til og við fríggjadagin, kl. 08.00-15.00.

Tá ið liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann á tel. 25 40 10 (Tórshavn) og tel. 25 40 03 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, millum kl. 10.00-17.00. Bingjur verða settar á hesi øki: Nólsoy, Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Hest, Velbastað, Kirkjubø, Norðradal, Havnardal og Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.

Almennur ruddingardagur

Almenni ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur verður 9. mai
Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu Sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5 frá mánadegnum til og við leygardagin, kl. 08.00-15.00.

Tá ið liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann á tlf. 25 40 10 (Tórshavn) og tlf. 25 40 03 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, millum kl. kl. 10.00-17.00, tyrvingar- og jarnplássið er opið frá kl. 10.00-16.00. Bingjur verða settar á hesi øki: Nólsoy, Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Hest, Velbastað, Kirkjubø, Norðradal, Havnardal og Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder