Ítróttur

Royndur leikari hevur undirskrivað sáttmála við 07 Vestur

...

2015-01-25 16:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: Í vikuni undirskrivaðu 07 Vestur sáttmála við ein av royndastu leikarunum, Emil Mikkelsen úr Sørvági, sum hevur spælt øll árini síðan felagið varð stovnað og hervið verður við 8. kappingarárið í felagnum.


Emil, sum bleiv 25 ár týsdagin, hevur spælt heili 144 dystir í vaksnamannadeildunum fyri 07 Vestur og skotið 11 mál. Flestu dystirnar hevur Emil spælt í miðverjuni, har hann er serliga sterkur í luftspælinum, nakað sum eisini kemur væl við í deyðbóltstøðum í mótsatta brotsteigi.

Vit eru sera glað fyri at hava leikarar sum Emil í felagnum og ynskja honum tillukku við avtaluni og blíðan byrð komandi kappingarár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder