Ítróttur

Royna at venja seg við nógva hitan

...

2013-07-13 00:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag hava føroysku ítróttafólkini hugt eftir umstøðunum, vant eitt sindur og annars roynt at vant seg við nógva hitan á Bermuda - hitamátarin vísti í dag meira enn 30 stig.

Umstøðurnar eru góðar - føroysku súkklararnir, triathlonfólkini og tey ið luttaka í frælsum ítrótti, búgva á einum skúla, har koma tilsamans av búgva 500 fólk - tey búgva væl, men tað var kalt í nátt, so kalt at sjálvt grønlendingar gramdu seg um kulda. Men teir halda at ventilatiónsanleggið var ikki stillað soleiðis, sum tað eigur at atillast, so vónandi verður náttin í nátt fragari.
Hini føroysku oyggjaleikafólkini búgva eitt sindur burtur frá, tey á skúlanum høvdu ikki sæð nógv til hini í dag. Men beint nú í skrivandi stund komu føroysku flogbóltsmennirnir á skúlan at venja.

Sjálvt um hitin í dag gjørdist omanfyri 30 stig, so siga veðurforsagnirnar, at hitin í komandi viku fer at liggja um 26 stig, tað kann kanska hjálpa Norðbúgvunum eitt sindur, tá ið kappast skal í komandi viku.

Veðrið: http://www.bbc.co.uk/weather/3573197

Myndir hjá Helga Winther Olsen síggjast her: http://www.flickr.com/photos/helgiwo/sets/72157634610476902/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder