
Vága kommuna:
Sambært tilráðing frá rottuserfrøðingum er týdningarmikið at rottueitur verður lagt út í mars og apríl mánaða, tá talið á rottum er minst, og áðrenn tær leggja.
Vága kommuna leggur út rottueitur um alla kommununa bæði í bygdum og óbygdum øki. Eisini verður lagt í bjørgunum.
??javnt er, hvussu nógv rotta er til tey ymsu árini. Eru vetrarnir góðir, er ofta meira rotta, enn tá teir eru ringir.
Rotta sigst tola veturin illa, og bert millum 5 og 10% yvirliva ein harðan vetur. Tí er týdningarmikið at leggja eiturið, tá veturin fer at halla.
Tað er Allan Nielsen, sum leggur rottueitur fyri Vága kommunu. Afturat sær hevur hann so nakrar røktingarmenn og bjargamenn, sum hjálpa honum.
Allan sigur, at hann hevur lagt eitur á næstan øllum teimum vanligu støðunum í ár og verður væntandi liðugur um eina viku ella tvær
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald