Ítróttur

Rópið øll við!

...

2015-09-03 13:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagini er aftur landsdystur á skránni. Vit minnast øll, hvussu tad gekk seinast, tá Grikkaland var á vitjan. Vit vunnu á vøllinum og avgjørt eisini uttanfyri vøllin, har stemningurin á Tórsvølli var fantastiskur, kanska besti stemningurin, id hevur verid til ein føroyskan landsdyst.

Fríggjadagin er Norður Írland mótstøðuliðið og her kunnu vit rokna við enn meira mótstøðu. Bæði á vøllin, men eisini á áskoðaraplássinum, tí einir 250 fjepparar úr Norður Írlandi koma til Føroyar. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit øll standa saman um okkara landslið og ropa og syngja gjøgnum allan dystin, so okkara leikarar merkja, at tað eru teir, ið eru á heimavølli. Tórsvøllur skal vera okkara Skansi!

Skansin ger tí sjálvandi aftur nógv burtur úr hesuferð. Gongd hevur verið á arbeiðinum við at gera fleiri bannarar og nýggir sangir eru eisini "smíðaðir". Tí vilja vit heita á øll, um at leita sær inn á facebook síðuna hjá Skansanum, har møguleiki er at læra seg sangirnar, https://www.facebook.com/skansinfo.

Áðrenn brakið á Tórsvølli, so verður fjepparalandsdystur á Niðara-vølli kl. 14.30, tá føroyski og norður-írski fjepparnir bresta saman. FSF hevur latið steyp til hendan dystin. ??keypis atgongd til fjepparalandsdystin.

Frá kl. 18.00 verður upphiting fyri allar føroyingar í No12 á Tórsvølli, har andlitsmáling og søla av turrikløððum og øðrum er á skránni. Tað er týdningarmikið, at øll eru á Tórsvølli í góðari tí, so leikarnir frá byrjan merkja, at vit eru við teimum.

Vit síggjast fríggjadagin og minnist til at rópa á Føroyar ! Latið nú okkara leikarar veruliga merkja, at teir eru á heimavølli!

Saman standa vit sterkast.

Skansin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder