2016-06-12 10:05
Trolarin Rókur er nú sum nýggjur, eftir at hava fingið eina stóra yvirháling í Peterhead tær seinastu 4 vikurnar.
Rókur er vatn- og sandblástur bæði uttan og innan - og so málaður 5 ferðir.
Nú er okkurt smávegis eftir, síðan verður kós sett móti Føroyum, væntandi verður Rókur á Runavík mikudagin.
Makkarin hjá Róki, sum er Lerkur kom til Peterhead um vikuskiftið, hann skal hava eina líknandi umvæling sum Rókur hevur fingið, teir eru byrjaðir at arbeiða uppá Lerk, væntandi tekur tað arbeiði eisini 4 vikur.
Tá ið Rókur fer nýggjan túr seinni í vikuni, tá fara teir at samtrolað við Rankanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald