2017-08-24 10:17
Partrolararnir Rókur og Lerkur komu á Runavík seint í gjárkvøldið.
Teir landa í morgun til Faroe Origin í Runavík, tilsamans hava teir uml. 200.000 pund, meginparturin er kongafiskur.
Teir byrjaðu túrin vestanfyri, men fluttu eysturum, har teir royndu teir seinastu dagarnar, túrurin vardi í 9 dagar.
Rókur og Lerkur fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald