2017-02-02 11:35
Partrolararnir Rókur og Lerkur landa í morgun til Faroe Origin í Runavík. Teir hava tilsamans 120.000 pund, størsti parturin er kongafiskur, men eisini hava teir eitt sløð av toski og upsa.
Kongafiskurin hevur góðan prís í løtuni.
Rókur og Lerkur hava roynt í 4 dagar, teir hava verið norðanfyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald