Vinna

Rókur og Lerkur landa í Runavík

...

2015-02-09 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Rókur og Lerkur komu á Runavík í nátt, teir landa í morgun til Faroe Origin, tilsamans hava teir uml. 240.000 pund, harav meginparturin er upsi.

Rókur og Lerkur hava hendan túrin roynt sunnanfyri, teir hava verið úti í 10 dagar.

2 skúlanæmingar úr 9. flokki frá Skúlanum á Giljanesi, hava hendan túrin verið í starvsvenjing við Róki, teir eru Andrass Dánjalsson og Hákun Debes, sum eru sera væl nøgdir við starvsvenjingina, teir hava í nátt sent okkum myndirnar, sum eru at síggja niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder