Vinna

Rókur og Lerkur fingu 7 hemarar í einum háli

...

2015-09-13 03:11 Author image
placeholder

 Rókur og Lerkur, sum eru á upsaveiðu á Sandoyarbankanum, fingu í dag 7 hemarar í einum háli. Vit frætta annars frá bátunum, at fiskiskapurin hevur verið vánaligur, men er batnaður nú.

SNAR.fo skrivar um hemara:

Hemari (hemaraættin)
Lamna nasus
(Bonnaterre, 1788)

Stødd: Í mesta lagi upp ímóti 4 m, tó sjáldan yvir 3 m. Hann kann viga yvir 300 kg, men vanliga stórir hemarar viga um 150 kg.

Dýpi: Uppsjóvarfiskur, vanliga ikki djúpari enn 150 m, men er tó fingin djúpari enn 700 m.

Litur: Myrkt grábláur ella blásvartur á bakinum. Um síðurnar og búkin er hann ljósari. Afturkanturin á fremru ryggfjøðurini og á stertinum er ljósur.

Lýsing: Hemari er tjúkkvaksin um miðjuna og mjækkar út í báðar endar.

Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra situr frammanvert miðjuna, er stór og tríkantað. Hin aftara er lítil og situr heilt aftur móti klingruni, og beint undir henni situr tann eins lítla gotfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru smáar og sita við gotið. Hesar fjaðrarnar eru allar spískar aftureftir. Uggafjaðrarnar eru stórar og minna um bøksl. Hann hevur ???kjøl??? hvørjumegin klingruna og eitt sindur fram á sporlið, eitt skarð inn í klingruna, bæði undir og yvir, beint við stertin. Hann hevur spískan trón, hvassar, tríkantaðar tenn, sum hava ein lítlan spíss hvørjumegin inni við tanngarðin.

Eyðkenni: Innara hornið á uggafjøðurini røkkur aftur undir miðjuna á tí fremru ryggfjøðurini. Hemari er tjúkkvaksin. Teir serligu ???kjalirnir??? og skørðini inn í klingruna eyðkenna hemara.

Týdningur: Hemari hevur ofta góðan prís og verður nógv veiddur.

da: Sildehaj, en: Porbeagle, fr: Requin-taupe commun, ís: Hámeri, no: Håbrann, tý: Heringshai

??tbreiðsla: Hemari er báðumegin í Norðuratlantshavinum. ??r Barentshavinum suður til Vesturafrika. Í Norðsjónum og Miðjarðarhavinum. Undir Grønlandi, Íslandi, Føroyum og runt Bretsku Oyggjarnar. Frá Nýfundlandi til New Jersey. Eisini á syðru hálvu, frá Kili, Argentina, Suðurafrika til Avstralia og Nýsælands. Hann er bæði inni við land og á víðum havi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder