2015-03-01 19:12
Vegna kt-umlegging av roknskaparskipanini hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verða rokningar fyri AM-gjaldið ikki sendar arbeiðsgevarunum fyri januar og februar mánað. AM-gjøldini, ið eru meldað til Gjaldsskipanina, verða ei heldur rindað fyri hesar mánaðirnar.
Tá ið kt-umleggingin er liðug, verða tær vantandi rokningarnar sendar arbeiðsgevarunum, og tá verða eisini tey AM-gjøld, ið eru meldað til Gjaldsskipanina, trekt.
Seinkaðu rokningarnar verða ikki renturoknaðar so leingi kt-umleggingin varir.
AM-gjaldið kann avgreiðast í Vinnuglugganum
Hóast kt-umlegging hava arbeiðsgevarar møguleika at avgreiða AM-gjaldið í Vinnuglugganum. Í Vinnuglugganum sæst bæði hvussu nógv rindast, eins og gjaldið kann avgreiðast har.
TAKS
27. februar 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald