Tungar løtur í lívinum eru íblástur til tónleikin hjá [rökkvi]
Tónleikur hevur altíð havt nógv at týða fyri [rökkvi]. Hann hevur sungið nógv ??? bæði í kóri, í bólki og sum einstaklingur. Hann hevur eisini spælt trummur frá tí, at hann var smádrongur.
[rökkvi] er sangskrivari og tekstahøvundur og er á odda fyri bólkin. Hann fór í gongd við projektið saman við Alvini Ellebye Andersen, ið hevur framleitt nýggju útgávuna av sanginum ???Where Is The Sun???.
[rökkvi] hevur síðani savnað ein bólk av royndum tónleikarum, og hesir eru Arni Zachariassen á guitar, Leivur Vitalis spælir bass, Hjørtur P. Háberg trummur og Símun Dam spælir tangentar. [rökkvi] er sangari í bólkinum.
Tónleikurin, ið bólkurin spælir, kann bólkast sum electro-rokk/popp. Løgini eru fangandi og tekstirnir bera allir íblástur frá tungu lötunum í lívinum hjá [rökkvi].
[rökkvi] hevur framførslu á Summar Festivalinum, sum verður hildin 6. til 8. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald