2016-07-18 10:40
Sørvágstrolarin Vesturleiki tekur ímóti svartkalva frá jollufiskarum í Grønlandi.
Fyrradagin fóru teir at sigla til Qasigiannguit við fullari last at landa.
Jollurnar fyltu Vesturleika uppá 8 døgn.
Hetta er annar túrurin síðan teir byrjaðu fyrst í juli mánað, so teir hava tikið ímóti 400 tonsum av svartkalva í 16 dagar.
Hetta eru ótrúliga góðir fiskimenn, leggur skiparin á Vesturleika, Heðin Hansen úr Sørvági afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald