2016-11-21 20:36
Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur verið nógv arbeiðið í heyst og í vetur.
Í gjár og í dag landaði Jupiter 1.300 tons av makreli, teir eru júst liðnir at landa.
Í dag og í kvøld eru Finnur Friði og Tróndur í Gøtu komnir á Tvøroyri. Tróndur hevur roynt eftir sild norðanfyri, teir hava 600 tons og Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, teir hava 500 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald