Ítróttur

Rói skrivað sáttmála við 07 Vestur

...

2015-10-22 02:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Rói Hansen, sum í ár skoraði 11 mál í 19 dystum í unglingadeildini, skrivaði hóskvøldið sáttmála við 07 Vestur. Rói fekk fyrsta dyst sín í 1. deild í fjør, og hevur eisini fleiri dystir á 2. liðið, har hann skoraði 9 mál.


Ungi áloyparin úr Kvívík, sum fylti 18 í summar, hevur spælt tilsamans 20 dystir í unglingadeildini, og skotið 13 mál.

Vit ynskja Róa góða eydnu og gleða okkum at síggja hann menna seg og troka seg inn á besta liðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder