Ítróttur

Rói longt sáttmálan

...

2016-11-21 23:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Toppskjútti okkara í unglingadeildini við 28 málum í 20 dystir, Rói Hansen, hevur longt sáttmálan við 07 Vestur. Hjartaliga tillukku!


19-ára gamli áloyparin fekk sín fyrsta dyst á besta liðinum í seinasta umfarið í 2014, og hevur síðan spælt 8 dystir á besta liðið og skotið 1 mál. Á unglingaliðinum hevur hann tó veruliga gjørt um seg og, sum sagt, skotið heili 28 mál uppá 20 dystir í ár.

Vit gleða okkum at síggja meira til unga áloyparan og vóna at hann kann gera um seg aftur komandi ár. Tillukku við nýggja sáttmálanum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder