2015-03-17 02:10
Rói Danielsen, sum seinastu tíðina hevur verið í Danmark í útbúgvingarørindum, verður nú aftur at síggja í AB-búnanum. Hann hevur júst skrivað sáttmála við FC Argir. Hann kemur seinni í vár aftur til landið og verður partur av EFFO-hópinum hjá AB, tað skrivar argjaboltfelag.com í kvøld.
Thomas Juul Thomsen frá FC-Argjum er glaður um at Rói verður aftur at síggja á Argjum. "Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Rói er jú argjamaður og hevur spælt við AB í nógv ár, so tað verður gott at fáa hann heim aftur at styrkja um hópin hjá okkum", sigur Thomas Juul.
Les eisini:
07 Vestur og Jákup F. Hansen eisini undirskrivað avtalu.
07 Vestur og Kristian Joensen gjørt sáttmála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald