JN

Rói á Kósini útbúgvin serlækni í almennum medisini

...

2015-09-30 19:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rói á Kósini er júst vorðin liðugur við útbúgving sína sum serlækni í almennum medisini ??? vanliga nevnt kommunulækni.

Rói hevur tikið 5 ára serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá Kommunulæknaskipanini. Hann hevur havt meginútbúgvingarstað í læknaviðtalum í Tórshavn og seinast havt Turid Petersen, kommunulækna sum vegleiðara.

Rói er 35 ára gamal familjumaður ættaður úr Klaksvík og býr í Tórshavn. Hann fer nú at starvast í Kommunulæknaskipanini sum avloysari.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion ??st í Danmark.
??tbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Rói er triði læknin, ið er liðugt útbúgvin í ár. Væntandi verður ein lækni liðugur í 2016 og væntast tilsamans 5 liðugt útbúnir í 2017.

?????tbúgving er alt avgerðandi fyri framburð ??? eisini í sjúkrahúsverkinum??? sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. ???Tí var tað mær ein fragd at fáa loyvi til at heilsa upp á Róa í dag og ynskja honum til lukku við drúgvu útbúgvingini og blíðan byr í læknagerninginum komandi árini. Vit nýttu eisini høvi at skifta orð um týdningin av støðugt at menna samstarvi millum kommunulæknarnar og Landssjúkrahúsið.???

Kelda: ls.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder