Eftir dystin í Kollafirði í kvøld, hittu vit Rógva Weyhe hjá KÍF og settu honum nakrar spurningar.
Hvussu setti venjarin tykkum upp til dystin í kvøld? Eg haldi ikki eingongd, at tað var neyðugt hjá venjaranum, at seta okkum upp til dystin í kvøld. Eg haldi at tá ið vit spæla ímóti vestmenningum, tá eru vit altíð øgiliga - ogiliga uppsettir, tað vístu vit eisini seinasta dyst vit spældu ímóti teimum - og vit hava tosað um tað nú alla vikuna - at vit skuldu verða líka tendraðir sum tá. Sjálvandi hevur hetta við Selvig fylt nógv, tað sum hevur verið frammi í miðlunum og aðrastaðni, hava vit tosað um - tað er bara eykað brenni á bálið - Ja eg haldi, at vit vóru garvillir frá fyrsta bríksli av.
Hvussu var dysturin at spæla? Hann var øðiliga harðuro og eitt sindur rótutur til tíðir, vit vista tað, at tað fór at blíva ein dystur, sum for at verða rótutur - ti tað stóð so nógv uppá spæl - menn góðu alt teir áttu bæði vestmenningar og vit - Og tað bleiv faktist akkurát, sum eg hevði roknað við - hart spældur og nokk so nógvar útvísingar og okkurt reytt kort var eisini - ja, hatta var akkurát, sum eg hevði væntað - vit liggja omaná til síðst.
Hvat hevði tað at siga, at Filip fekk reytt kort miðskeiðis í 2. hálvleiki? Eg veit ikki - eg haldi, at tað gekk betri hjá teimum aftaná at Filip fór út - men sjálvandi álopið hjá teimum svekkaðist nógv, teir missa tað størstu skotstyrkina, soleiðis at aðrir mugu taka ábyrgd. Men eg haldi, at vit kláraðu tað væl.
Hví eru tað tit sum vinna dystin? Tað er tí, at vit vóru betri, segði ein vælnøgdur Rógvi Weyhe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald