Ítróttur

Rógvi og Høgni við í Rilton Cup

...

2016-12-27 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Svøríki byrjaði tiltikna Rilton Cup í dag. Hetta er 46. árið at kappingin verður fyriskipað, og er kappingin deild upp í fleiri ratingbólkar. Í ovasta bólkinum, sum eitur Rilton Cup, telva brøðurnir Rógvi- og Høgni Egilstoft Nielsen við.

Fylgjast kann við Rilton Cup á hesari leinkju:http://www.rilton.se/

Í Hollandi telvar Hans Kristian Simonsen við í Chess Festival Groningen, A-bólkinum. Eftir eina varliga byrjan, er Hans Kristian komin betur fyri seg. Hann hevur í skrivandi løtu 2½ stig av 5 .

Leinkja til kappingina:http://www.chessfestival.nl/en/

Les eisini:

Føroyameistaraheitið í snartalv 2016


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder