Ítróttur

Rógvi leingir sáttmálan við EB/Streym

...

2016-07-12 22:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur skriva undir sáttmála við EB/Streym fyri 2017, samstundis verður hann leigaður út til Skála fyri tað ið eftir er av kappingaráriðnum.

EB/Streymur hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við liðskiparan Rógva Egilstoft Nielsen, fyri kappingarárið 2017. Rógvi hevur verið í felagnum síðani 2013 og hevur hann verið ein stuðulsleikari líka síðani. Higartil hevur Rógvi leikt 105 dystir og skora 8 mál fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Fyri tað mesta hevur hann røkt plássið á vinstrabakki. Í ár er tað blivi til 20 dystir og 5 mál frá 23 ára gamla vinstrabakkinum úr Sandavági.

Samstundis kunnu vit vátta, at Rógvi hevur skrivað undir leigusáttmála við Skála. Ein leigusáttmáli, ið bindur hann til felagið í Effodeildini tað í eftir er av kappingaráriðnum 2016.

Vit vilja ynskja Rógva allar bestu eydnu á Skála og vit síggjast aftur í 2017, tað skrivar EB/Strreymur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder