Ítróttur

Rógvi E. Nielsen vann í dag á Eyðun Nolsøe

....

2015-04-01 00:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rógvi Egilstoft Nielsen vann í dag á Eyðun Nolsøe, Rógvi liggur sostatt einsamallur á odda í stríðnum um at vinna meistaraheitið í kappingini FM-2015. Nr. 2 er Hans Kristian Simonsen, Hans Kristian vann í dag á Heiðriki T. Jacobsen, Hans Kristian hevur 3 stig.

Í morgin verða 2 umfør telvað, tað fyrra byrjar kl. 10 og tað seinna byrjar kl. 17. . sí paringina til 5. og 6. umfar niðanfyri.

4. Umfar tann 2015/03/31 kl. 17:00 LandsliðsbólkurinBo.Nr.RtgNavn??rslitNavnRtgNr.5. Umfar tann 2015/04/01 kl. 10:00 LandsliðsbólkurinBo.Nr.RtgNavn??rslitNavnRtgNr.6. Umfar tann 2015/04/01 kl. 17:00 LandsliðsbólkurinBo.Nr.RtgNavn??rslitNavnRtgNr.
1 10 2311 Nielsen Hogni Egilstoft 1 - 0 Hansen Herluf 1992 7
2 8 2174 Simonsen Olavur 1 - 0 Poulsen Martin 2218 6
3 9 2066 Simonsen Hans Kristian 1 - 0 Jacobsen Heidrikur T. 1851 5
4 1 2164 Nolsoe Eydun 0 - 1 Nielsen Rogvi Egilstoft 2276 4
5 2 2044 Vang Finnbjorn 1 - 0 Danielsen Andrias 1745 3
1 3 1745 Danielsen Andrias Nielsen Hogni Egilstoft 2311 10
2 4 2276 Nielsen Rogvi Egilstoft Vang Finnbjorn 2044 2
3 5 1851 Jacobsen Heidrikur T. Nolsoe Eydun 2164 1
4 6 2218 Poulsen Martin Simonsen Hans Kristian 2066 9
5 7 1992 Hansen Herluf Simonsen Olavur 2174 8
1 10 2311 Nielsen Hogni Egilstoft Simonsen Olavur 2174 8
2 9 2066 Simonsen Hans Kristian Hansen Herluf 1992 7
3 1 2164 Nolsoe Eydun Poulsen Martin 2218 6
4 2 2044 Vang Finnbjorn Jacobsen Heidrikur T. 1851 5
5 3 1745 Danielsen Andrias Nielsen Rogvi Egilstoft 2276 4

Støðan eftir umfar 4 í Landsliðsbólkinum.

Rk.BNr.NavnLandEloIEloNStig TB1 TB2 TB3
1 4 Nielsen Rogvi Egilstoft FAI 2295 2276 4.0 8.00 0.0 4
2 9 Simonsen Hans Kristian FAI 2128 2066 3.0 4.00 0.0 3
3 1 Nolsoe Eydun FAI 2194 2164 2.5 3.75 0.5 2
2 Vang Finnbjorn FAI 2059 2044 2.5 3.75 0.5 2
5 6 Poulsen Martin FAI 2274 2218 2.5 1.75 0.0 2
6 8 Simonsen Olavur FAI 2205 2174 2.0 3.00 0.0 2
7 10 Nielsen Hogni Egilstoft FAI 2373 2311 1.5 1.75 0.0 1
8 3 Danielsen Andrias FAI 1861 1745 1.0 2.00 0.0 1
9 5 Jacobsen Heidrikur T. FAI 1940 1851 0.5 0.25 0.5 0
7 Hansen Herluf FAI 2036 1992 0.5 0.25 0.5 0


Alemnnibólkurin: Eyðun Lamhauge fekk fulla úrtøku móti Gutta Petersen í 4. umfari, Eyðun hevur nú 3½ stig og liggur einsamallur fremst í bólkinum. Janus Skaale er nr. 2 - Janus hevur 3 stig.

Paringar/??rslit Almennibólkurin.4. Umfar tann 2015/03/31 kl. 17:00 Bo.Nr.NavnRtgStig??rslitStigNavnRtgNr.

1 6 Petersen Gutti 1521 0 - 1 Lamhauge Eydun 1689 13
2 9 Berg Margar M. 1653 2 ½ - ½ Skaale Janus 1532 5
3 3 Hojgaard Brandur 1719 2 ½ - ½ 2 Jacobsen Runi T. 1640 8
4 7 Jacobsen Suni 1721 1 - 0 Hansen Johan E. 1495 10
5 4 Simonsen Signar 1018 0 - 1 1 Finnson Eli W. 1465 12
6 14 Petersen Remi 1224 1 0 - 1 1 Gregersen Hedin 1509 1
7 2 Heldarskard Vagn 1282 0 1 - 0 0 Dimun Janus Ur 1282 11

Støðan eftir umfar 4 í Almennabólkinum Rk.BNr.NavnLandEloIEloNStig TB1 TB2

1 13 Lamhauge Eydun FAI 0 1689 3.5 5.0 7.25
2 5 Skaale Janus FAI 1384 1532 3.0 5.0 5.00
3 3 Hojgaard Brandur FAI 1787 1719 2.5 5.0 6.75
4 6 Petersen Gutti FAI 1668 1521 2.5 5.0 5.00
5 9 Berg Margar M. FAI 1812 1653 2.5 4.5 5.50
6 7 Jacobsen Suni FAI 1833 1721 2.5 4.5 4.75
7 8 Jacobsen Runi T. FAI 1728 1640 2.5 3.5 3.25
8 1 Gregersen Hedin FAI 1733 1509 2.0 4.0 2.50
12 Finnson Eli W. FAI 1430 1465 2.0 4.0 2.50
10 10 Hansen Johan E. FAI 1595 1495 1.5 4.0 1.75
11 4 Simonsen Signar FAI 0 1018 1.5 3.5 0.75
12 14 Petersen Remi FAI 0 1224 1.0 4.5 0.00
13 2 Heldarskard Vagn FAI 1559 1282 1.0 3.5 0.00
14 11 Dimun Janus Ur FAI 0 1282 0.0 2.5 0.00


Unglingabólkurin: Ragnar Weihe úr Sandavágs Talvfelag hevur tikið leiðsluna í Unglingabólkinum, Ragnar vann í dag á Rógva Mørkøre, Ragnar hevur nú 3½ stig, beint aftaná koma tríggir telvarar við 3 stigum, teir eru: Rógvi Mørkøre, Kaj Olsen og Leif Reinert Fjallheim.

Paringar/??rslit Unglingabólkurin4. Umfar tann 2015/03/31 kl. 17:00
Bo.Nr.NavnRtgStig??rslitStigNavnRtgNr.

1 3 Morkore Rogvi 1128 3 0 - 1 Weihe Ragnar 1336 1
2 10 Bertholdsen Bjarki 1194 0 - 1 2 Olsen Kaj 1365 9
3 8 Fjallheim Leif Reinert 1353 2 1 - 0 2 Petersen Elias 1000 13
4 12 Nattestad Jonatan 1035 2 0 - 1 1 Nielsen Jon I Horni 1242 7
5 6 Apol Luitjen Akselsson 1161 1 1 - 0 1 Fjallheim Benjamin Reinert 1095 2
6 11 Nielsen Suni I Horni 1100 1 1 - 0 1 Hall Martin 1000 4
7 5 Lutzen Gunnva 1000 0 1 fríumfar

Støðan eftir umfar 4 í Unglingabólkinum. Rk.BNr.NavnLandEloIEloNStig TB1 TB2

1 1 Weihe Ragnar FAI 1534 1336 3.5 4.5 7.00
2 3 Morkore Rogvi FAI 1086 1128 3.0 4.5 6.00
3 9 Olsen Kaj FAI 1744 1365 3.0 4.5 5.50
4 8 Fjallheim Leif Reinert FAI 1525 1353 3.0 4.0 5.50
5 10 Bertholdsen Bjarki FAI 1435 1194 2.5 4.5 4.50
6 6 Apol Luitjen Akselsson FAI 1272 1161 2.0 4.5 3.00
7 13 Petersen Elias FAI 0 1000 2.0 4.5 2.00
8 12 Nattestad Jonatan FAI 0 1035 2.0 3.5 3.00
9 7 Nielsen Jon I Horni FAI 0 1242 2.0 3.0 2.50
10 11 Nielsen Suni I Horni FAI 0 1100 2.0 3.0 1.50
11 2 Fjallheim Benjamin Reinert FAI 0 1095 1.0 5.0 1.50
12 4 Hall Martin FAI 0 1000 1.0 4.0 0.50
13 5 Lutzen Gunnva FAI 0 1000 1.0 2.5 0.00

Talvsamband Føroya skrivar:

Rógvi suverenur

Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag líkist einum føroyameistara.

Sigursrøðin og góða gongdin stendur við. Í dag vann hann aftur ógvuliga sannførandi í oddadysti móti Eyðuni Nolsøe og er einsamallur á odda við fullum stigatali eftir fýra umfar. Rógvi er kanska í einari umskúling sum telvari, tí stílurin tykist broyttur. Tað er ikki longur fýverkstelving, sum tað plagdi at vera, heldur tvørturímóti. Aftur í dag sóu vit, hvussu gløgga spælfatan, hann hevur.

Tá ið Eyðun tíðliga í talvinum spælir finnu á c5, er longu greitt, at Rógvi hevur puntin d5 sum strategiskan snúningsdepil. Vit síggja nú búna posisjónstelving, leik fyri leik styrkir Rógvi sær støðuna, og tá ið hann í 25. leiki offrar rók fyri riddara, vísir hann bæði dirvi og djúpa støðufatan. Smátt um smátt verður Eyðun niðurspældur - næstan Petrosjanskt! Imponerandi flott!

Martin Poulsen misti eins og Eyðun eitt týðandi fet í kapprenningini við Rógva. Martin tapti fyri ??lavi Simonsen, sum nú tykist at vera komin á lagið eftir vánaligu byrjanina. Martin telvaði aftur norðurlendsku byrjanina við svørtum, eins og hann gjørdi móti Høgna, men eingin kraft tóktist vera í støðuni heldur hesaferð. ??lavur sá møguleikan at opna støðuna og taka initiativið. Martin var kollrendur í eini knappari vend, og brádliga var tap í hendi hjá honum.

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen vann fyrsta talvið í hesari kappingini, men hann noyddist at kýta seg av øllum alvi at vinna á Herluf Hansen. Talvið var hitt longsta og drúgvasta í dag - helst longsta talvið í kappingini higartil. Leingi var óvist, um Høgni fór at vinna, men hann var tolin og treiskaðist væl og leingi, og til endans var sigurin tryggjaður.

Á hinum borðunum vunnu Finnbjørn Vang og Hans Kristian Simonsen á ávikavist Andriasi Danielsen og Heiðriki Jacobsen.

Støðan í landsliðsbólkinum eftir 4. umfar:

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 4 stig 2. Hans Kristian Simonsen 3 3-5. Eyðun Nolsøe, Finnbjørn Vang og Martin Poulsen 2½ 6. ??lavur Simonsen 2 7. Høgni Egilstoft Nielsen 1½ 8. Andrias Danielsen 1 9-10. Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen ½.

Í almenna bólkinum er Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag á odda, og í unglingabólkinum

er Ragnar Weihe úr Sandavágs Talvfelag fremstur.

Í morgin er langur mikudagur, tí tá eru tvey umfør á skránni. Fimta umfar byrjar klokkan 10 fyrrapartin, og sætta umfar kl. 17.00.



















placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder