Mentan

Røðan, sum Rósa borgarstjóri helt fyri Amandu

...

2015-04-17 21:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Góða Amanda,
Eg vil vegna Vága og Sørvágs kommunu ynskja tygum Hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum.
Tað er mær ein stórur heiður, at vera við til hesa løtu. Børnum, makum tykkara og allari familjuni og eisini tykkum, sum búgva her saman við Amandu, vil eg ynskja hjartaliga til lukku við hesum stóra hátíðardegi.

Tit starvsfólk, ið dagliga eru um Amandu, fáa somuleiðis eina heilsu og stóra tøkk fyri tykkara góða arbeiði, tykkara stuðul, umsorgan og kærleika til tey, ið búgva her á Sýnini og familjur teirra. Tað eru tit starvsfólk, sum eru við at gera dagin so góðan og lívsjáttandi fyri hvønn einstakan og hvønn annan.

Amanda, tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at ímynda sær, hvat tað vil siga at fylla 100 ár. Viðførið tygara, við upplivingum, lívsroyndum og innliti, er á tremur. Tað hava verið nógvar og stórar broytingar i samfelagnum í tygara tíð. Ja tygum kunnu minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív. Til stuttleika kann eg nevna, at eisini pápi tygara fylti 100 ár, so okkurt gott er lagt í beini kann sigast.
Foreldur tygara vóru, saman við 2 øðrum húskjum úr Sørvági, fyrstu niðursetufólkini í Vatnsoyrum. Tá tit fluttu til Vatnsoyrar, vóru tygum 8 ára gomul. Sum ung fóru tygum til Havnar at tæna og síðan gekk leiðin fyrst í tríatiárunum niður á Vesturbrúgv at læra at seyma.
Heimafturkomin í 1937 giftist tygum við Daniel Joensen, skipara úr Vági, og tit búsettust í Vági. Saman fingu tit 3 børn, Jonnu, Mourits og Annu. Seinni eru tygum vorðin vælsigna við, at familjan er fjølga enn meira.
Tá øll børnini fluttu úr Vági, tóku tygum og maðurin avgerð um at byggja nýggj hús í Vatnsoyrum, hagar tit fluttu í 1974.
Tygum hava verið familjukær og ivaleyst eisini havt ein ávísan útfarðarlongsul, tí tit fluttu til Grønlands eitt tíðarskeið mitt í sjeytiárunum, tá øll børn tykkara búðu har.

Í tygara lívsskeiði hevur verið stór samfelagslig broyting. Hesa broyting hava tygum, saman við samtíðar kvinnum og monnum, myndað.
Trupult er at siga, hvør broytingin er tann størsta. Men tað er einki at ivast í, at tað er munin lættari at halda hús í dag, enn tað hevur verið, tá tygum og maður tygara Daniel ???settu føtur undir egið borð???.

Á okkara døgum, við teimum hentleikum, vit hava, er næstan óskiljandi at hugsa, hvussu stórar uppgávur kona, maður og børn høvdu, og hvussu nógv tey greiddu úr hondum, fyri at lívbjarga sær og sínum.
Nógva arbeiðið, sum Føroyskar familjur høvdu, mátti leggjast væl til rættis, skuldi gerandisdagurin hanga saman. Hoyggj, velting, torv og kúgv. Kúgvin skuldi mjólkast tvær ferðir um dagin. Flest øll klædnapløgg vóru virkað heima; loyst úr lagdi, tilevnað og seymað. Brúkt klæði blivu vend og seymað um. Alt hetta er óskiljandi fyri okkum í dag.

Tá vóru hvørki vaskimaskina ella uppvaskimaskina. Alt var vaskað við hond og á vaskibretti. Harafturat var hvørt klædnaplaggið vundið við hond og hongt upp á snór. Mangan varð neyðugt at bera hvítu pløggini langan veg, at leggja ???á blik???, at bleikja undir opnum himli, tí sápuevnini og umstøðurnar annars ikki vóru nóg góðar, til at fáa klæðini hvít.

Harafturat skuldi allur maturin fáast til vega og tilvirkast. Breyðini skuldu knoðast og bakast. Eyga mátti haldast við, at eldurin ikki sløknaði, meðan bakað varð. Tá var ikki møguleiki fyri at fara í handlarnar, sum í dag, at keypa liðugtgjørdan mat ella klæðir, sum vóru klár at fara í.

Tygum brettu upp um armar og luttóku í øllum neyðugum arbeiði. Í øllum hesum arbeiði hava tygum, saman við tygara samtíðarfólkum, lagt ein stóran arv eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta vinningin av. Hóast strævið lív, so kunnu tygum halda 100 ára føðingardag í dag.
Eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum og føroyskar møður hava útint gjøgnum tíðirnar, meðan menninir vóru í arbeiði og vunnu til føðina. Sagt verður, at arbeiðið hjá einari mammu var ósjónligt, tá tað varð gjørt, meðan øll løgdu til merkis, um mamman ikki gjørdi sítt arbeiði.
Hesi konubrot standa oftast í skugganum av monnunum ??? og teirra ævisøgur verða sjáldan fortaldar. Men Amanda, tykkara verk hevur lagt lunnar undir menningina av okkara samfelag. Og tað vilja vit siga stóra takk fyri.

Tygum hava ikki bert gjørt mat til tygara egnu, men tóku eisini í nógv ár lut í køksarbeiðinum á Zarepta, tá barnalegur og annað virksemi var har. Fáur man vita, hvussu stóran týdning hetta arbeiði og annað ólønt arbeiði hevur fyri land okkara. Eitt er vist. Føroyar høvdu verið fátækar, um ikki alt hetta ólønta arbeiði var gjørt.

Tygum eru elsta fólkið, sum er uppvaksið í Vatnsoyrum. At vaksa upp í Vatnsoyrum hevur óivað verið eitt satt paradís; tann lítla verðin, sum hóast alt var alstór fyri eina tátíðar smágentu. Ur vóru ikki á hvørjum skøvningi, ei heldur órógvaðu fartelefonirnar, sum í dag liggja mestsum í hvørjum lumma. Ikki var neyðugt at ansa klokkuni fyri at luttaka í venjingum av ymsum slagi ella teldur, sjónvarp o.m.a., sum børnini í dag eru upptikin av. Tá spældu børnini frítt um tún og teigar, hóast ein partur av spælinum var at taka lut í tí arbeiði, sum tey vaksnu gjørdu.

Eg fari at enda við einum broti úr vøkru yrkingini eftir Hans Andrias Djurhuus, sum eg haldi hóskar so væl til tygum:

???Alt átti so friðarligt hvíldarlag ???
Kvøldarhvíld eftir stravnan dag.
Sólin var farin um fjallaskarð,
tó enn stóð glæman og lýsti har???.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum
Takk fyri!

Rósa Samuelsen
Borgarstjóri í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder