Góði Ivan
Eg vil vegna Vága kommunu ynskja tygum hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum.
Tað er mær ein stórur heiður at vera við til hesa løtu. Familjuni og tykkum, sum búgva her saman við Ivan og tykkum, sum arbeiða her, vil eg eisini ynskja hjartaliga tillukku við hesum stóra hátíðardegi.
Góði Ivan, tygum hava havt eitt langt og hendingaríkt lív.
Sum eg skilji, hava tygum altíð verið ein sera vakur maður og gingið væl klæddur, so tygum hava fingið mong kvinnuhjørtu at banka harðari á leið tygara.
Tygum hava verið nógv uttanlands, tí vita vit ikki so nógv um upplivingar tygara hesa tíðina.
Tygum eru av Nattestad fólkunum. Hesi fólk komu úr Noreg til Hvalbiar fyri nógvum árum síðan. Seinni er so ættin eisini komin til Miðvágs.
Nattestad fólkið verður millum miðvingar hildið at vera serliga rakst og ágrýtið fólkaslag. Tað kann eisini sigast um tygum.
Tygum vóru ungur, tygum fóru at sigla, og tygum hava siglt meginpartin av tygara vaksna lívi.
Tygum hava verið sera raskur at taka útbúgvingar. Tygum hava tikið prógv sum stýrimaður, skipsførari og radiotelegrafist.
Tygum eru fyrsti miðvingur, sum hevur tikið prógv sum skipsførari, so ikki kann sigast annað enn at tygum hava veri framtakshugaður.
Ikki hava allar løtur tygara á havinum verið so lættar. Frá heimildarfólki havi eg frætt, at tygum hava verið fyri tí vanlagnu at 3 ella 4 skip, tygum hava verið við, eru gingin burtur.
Fyrstu ferð, hetta hendi, var seinast í tríatiárunum, tá skonnartin Sigrid gekk burtur í Grønlandi. Allir, sum við vóru, bjargaðust. Tygum fortaldu seinni, at tygum vóru einasti maður umborð, sum bjargaði øllum viðførinum.
Eg havi frætt, at eitt skip, tygum sigldu við undir krígnum var torpederað. Onkur sigur eisini, at annað skip, tygum vóru við undir krígnum, brendi.
Í 1958 vóru tygum so eisini fyri tí vanlagnu, at TH. Adler Svanholm, sum tygum vóru stýrimaður á, sakk í óveðri í Norðsjónum. Allir mans bjargaðust uttan skiparin.
Hetta eru hendingar, sum ivaleyst hava verið tungar at borið hjá tygum, og tygum hava borið tær einsamallur, tí lítið hava tygum tosað um tær.
Tygum vóru fyrsti maður í Miðvági, sum gjørdu tygum eina ???jyllibørð??? við gummihjólum. Hjólið sagaðu tygum burtur úr einari gamlari bobbens og løgdu gummi uttanum.
Tygum hava altíð gingið høgt uppí at eta heilsugóðan mat. Nógv grønmeti, myrkt breyð o.s.fr. Tygum vóru fyrsti miðvingur, sum át hvítleyk dagliga. Seinni er tað vorið almenn vitan, hvussu sunnur hvítleykur er.
Tygum hava eisini gjørt nógv við at velta tygara egna grønmeti.
Vit minnast eisini, at tygum og beiggin Steingrim so væl klæddir javnan vóru á Hotellinum og ótu.
Tá tygum fluttu inn á Sýnina at búgva, gjørdu tygum vart við, at maturin ikki var serliga heilsugóður. Tygum ynsktu m.a. at fáa grovt breyð og rørsukur. Tey í køkinum hava verið so skilagóð at fylgt tygara ráðum í nógvum førum, og nú má sigast, at maturin er vorðin nógv meira heilsugóður.
Starvsfólk á Sýnini fortelja fyri mær, at tygum enn eru stórur sjarmørur og altíð vinarligur at práta við. Tygum plaga at veittra starvsfólk inn á kamar tygara at práta, og tað dáma teimum sera væl. Sjálvt nýggja leiðaran hava tygum sjarmerað so, at hon beinanvegin fekk gott eyga á tygum.
Tygum hava verið ein einari (ein originalur), og í mongum førum frammanfyri tygara tíð. Sum eg havi sagt, vóru tygum:
???Fyrsti miðvingur sum tók skipsføraraprógv.
???Fyrsti miðvingur við ???jyllibørð??? við gummihjólum.
???Fyrsti miðvingur, sum át hvítleyk dagliga.
???Ein av teimum fyrstu, sum gekk so høgt uppí at eta heilsugóðan kost.
Tá ein er so frammalaga, er ikki altíð, at samtíðin skilir ein, og ein verður skírdur at vera ein originalur. Hetta hava tygum ivaleyst eisini merkt nakað til. Tað eru tó fólk, sum vilja framburð og nýhugsan, vit hava brúk fyri. So takk fyri, at tú vart við til at hála okkum fram á rættari leið.
Eg vil enn einaferð ynskja tygum hjartaliga tillukku við føðingardegnum og eitt gott lívskvøld.
Takk fyri!
Rósa Samuelsen
Borgarstjóri í Vága kommunu
Mentan
Røðan hjá Rósu á 100 ára føðingardegnum hjá Ivani
...
2015-09-25 23:07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald