JN

Røðan hjá Heðin á 100 ára føðingardegnum hjá Honnu

...

2015-08-06 04:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føðingardagur hjá Honnu Joensen

5. august 2015
Á Sýnini, Miðvágur

Góðan dag góða Hanna, góðan dag góðu gestir.

Sí eisini myndir frá degnum her.

Eg takki fyri, at eg sum borgarstjóri fái høvi til at siga nøkur orð, nú tygum sum ein góður havnarborgari úr Mikinesi fyllir 100 ár.

Fyrri heimsbardagi var bara ársgamal, Edward Mitens var valdur á Fólkating; Norðlýsið kom út fyrstu ferð og kvinnurnar fingu valrætt í Danmark. Tað sigst eisini, at fyrsta stoppskeltið varð uppfunnið hetta árið.

Hetta ljóðar alt at vera rættiliga langtsíðan - og tað er tað eisini. Men sama árið - í 1915 - var Hanna Joensen fødd úti í Mikinesi.

Bara fyri at seta hetta í enn eitt tíðarperspektiv, so var tað heili 7 ár, áðrenn fyrsti bilurin kom til Føroya!

Helst hevur tað, hóast at heimskríggj leikaði á úti í heimi, kortini verið undir tryggum umstøðum, at tygum komu til verðina, tí mamma tygara var ljósmóðir.

Í Mikinesi var vælstandur tá. Har búðu eini 180 fólk, harav 30 børn í skúlaaldri. Har var gott at búgva í hesi tá meðalstóru bygdini.

Um tað mundið, at seinni heimsbardagi endaði, vóru tygum á húsarhaldsskúla hjá Fransiskanarasystrunum í Havn. Systrarnar komu til Havnar í 1931 og høvdu byrjað sítt skúlavirksemi í Havn á nýggjárinum í 1934.

Hetta var helst ein av orsøkunum til, at tygum duga alt til hendurnar og eisini eru einastandandi kokkur og bakari! Og helst var hetta eisini spírin til, at tygum fóru at trívast so sera væl í høvuðsstaðnum.

Sum vit vita, so hevur Hanna verið ófør til arbeiði og einastandandi at hjálpa til. Hetta kom m.a. til sjóndar, tá flogfarið datt niður í Mikinesi í 1971 - tí enn í dag koma fólk inn á gólvið at takka fyri ta hjálp og umsorgan, hon vísti tá. Fyri eitt og hvørt lítið samfelag er tað eitt vælsignilsi, at eiga fólk við slíkum eginleikum

Eg minnist Hannu sum eina býarmynd í Havn. Hon og mamman fluttu til Havnar í 1976 at búgva hjá Ísaki og Hildu úti í Hornabø. Húsini stóðu vanliga tóm har vesturi, men í mong ár ferðaðist hon vestur at hjálpa til, tá slaktið skuldi takast upp og annað fáast frá hondini.

Seinastu 9 árini hevur Hanna búð á Sýnini. Her hoyra vit at hon millum annað við sínum lætta og positiva lyndi hevur átikið sær uppgávuna at byggja sjálvsálitið hjá øðum upp - eisini starvsfólkunum.

Sangur hennara hoyrist um alla lonina og hon hevur eitt gott skriftstað úr Bíbliuni til eitthvørt høvi.

Vit ynskja at gera alt, vit eru ment at tryggja okkum eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal. Vit fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri, sum hava eitt virkið lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari og fjølbroyttari samfelag fyri øll ættarliðini.

Okkara broytta lívsmynstur setir størri krøv til hvønn einstakan at tryggja sín aldurdóm, eins væl og tað er ein avbjóðing fyri kommununar at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar.

Kommunurnar hava nú yvirtikið eldraøkið. Eg haldi, vit eru á rættari leið, og at vit í høvuðsstaðnum støðugt fáa undirbygt visjónina um okkara kommunu sum eitt trivnaðarsterkt øki fyri okkara eldru. Aðalmálið er, at vit øll skulu vera virkin og vakin alt lívið. Og vónandi er tað galdandi fyri allar kommunurnar.

100 ár er ein heil øld og tað er fáum unt at liva so leingi og uppliva so nógv. Og enn meira einastandandi er, at alt lív tygara tykist at hava givið góða meining, bæði fyri tygum sjálva og øll tey, sum hava kent tygum, tí tygara virðiliga og umhugsna medferð hevur verið til vælsignilsi fyri øll tey, ið hava kent tygum.

Eg fari at enda persónliga og vegna Tórshavvnar býráð at bera tygum eina heilsu. Tygara lutur liggur ikki eftir, og tað vil eg bera tygum eina tøkk fyri.

Tygum hava verið trúgv móti tygara uppruna - men vit eru errin og glað fyri at hava átt tygum sum havnarborgara stóran part av lívi tygara!

Vegna Tórshavnar kommunu vil eg ynskja tygum hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder